Viku 37 eydnaðist 9.b loksins at sleppa á seturskúla í Skorastovu. Ætlanin var at fara í juni mánaði, men tá viðraði sera illa at fara í fjøllini við bæði kulda og regni.
Vit vóru so heppin, at Leivur og Bjørg vóru farin frammanundan og høvdu kynt og baka pannikøkur, so vit komu til búgvi borð og heita smáttu.
Vit gingu nógv í góðveðrinum og vitjaðu bæði Giljastovu og Dalhús. Av sonnum ein strævin men sera góður seturskúli, hóast ymiskar avbjóðingar á sanitera økinum.