Prógvhandan fyri 9. og 10. flokkarnar var í ítróttarhøllini í kvøld. Næmingar, foreldur og lærarar vóru boðin til hátíðarløtuna.
Skúlastýrisforkvinnan, skúlastjórin, lærarar og umboð fyri næmingarnar hildu røðu.
Jens Marni spældi undir sangirnar og førdi fram tveir av sínum egnu sangum. Ein sera hugtakandi framførðsla.
Næmingar fingu síðani handað prógvini og endaði kvøldið við seinasta felagssanginum "Boðar tú til allar tjóðir".
Aftaná varð farið í viðarlundina at taka myndir av næmingunum í góðveðrinum.