9. b hevur verið ein frálíkan túr í Dølum.
Gingið varð av Fossum, um Rógvendan og í Dalar. Gist varð í Giljastovu.
Í Dølum høvdu tey úr at gera, við at reka seyð, marka lomb og seta niður epli.
Eisini var høvið at vitja Gamla Dalhús og høyra søguna um Rógvu-Jógvan, sum bardist við huldumannin.
Heimaftur varð gingið upp ígjøgnum Neytagjógv og eftir Sløttunum og aftur á Fossar.
Tá vóru fólk móð, onkur nevndi at fetteljarin hevði talt sløk 30.000 fet 🙂