Børnini í 3. flokki hava seinastu vikurnar hugagóð vant leikin, "Tá ið vættrarnar ætlaðu sær í verkfall". Leikurin snýr seg um eina vættrafamilju, sum er sera spent til jóla. Tað eru tó ikki allar vættrarnar, sum eru so fegnar. Summar halda, at børnini eru ov treisk, og tískil onga jólagávu hava uppiborið; so tær umhugsa at fara í verkfall. Tíanbetur endar tó alt væl, og tey fáa eini góð jól.
Næmingarnir hava framført leikin fyri foreldrunum og fyri 1.-7. flokki.