6. flokkur førdi í morgun fram leikin "Prinsessan, ið vildi giftast við nissuni" í auluni. Leikurin var fyri øllum skúlanum umframt útibarnagarðinum. Tey hava vant leikin síðani í novembur, og komu tey sera væl frá tí. Ein væl spældur og stuttligur leikur, ið eisini var væl fagnaður.
Í kvøld fara tey at framføra leikin fyri foreldrunum.