Hósdagin, 14. nov., luttóku triði og fjórði flokkur í talvkapping á Skúlanum á Løgmannabreyt.
Nógvir skúlar luttóku, og kappast varð frá kl. 09.30 til 13. Hetta var eitt sera stuttligt tiltak, sum avgjørt kveikir hugin hjá børnunum at telva.
Næsta kappingin verður í Kollafirði í feb./mars, og øll børnini vóru samd um, at tá fara vit aftur at kappast.