Hósdagin 21. november vitjaði Steintór Rasmussen næmingarnar í innskúlingini. Hann hevði nógv ymist á skrá. Næmingarnir sluppa at syngja kendar sangir saman, læra nýggjar, royna seg við stoppdansi o.m.a.
Ein stak hugnalig løta.
Hósdagin 21. november vitjaði Steintór Rasmussen næmingarnar í innskúlingini. Hann hevði nógv ymist á skrá. Næmingarnir sluppa at syngja kendar sangir saman, læra nýggjar, royna seg við stoppdansi o.m.a.
Ein stak hugnalig løta.
Hósdagin, 14. nov., luttóku triði og fjórði flokkur í talvkapping á Skúlanum á Løgmannabreyt.
Nógvir skúlar luttóku, og kappast varð frá kl. 09.30 til 13. Hetta var eitt sera stuttligt tiltak, sum avgjørt kveikir hugin hjá børnunum at telva.
Næsta kappingin verður í Kollafirði í feb./mars, og øll børnini vóru samd um, at tá fara vit aftur at kappast.
Skúlastýrið skipar fyri fyrilestri komandi hóskvøld 14. nov. kl 19.
Evnið í ár verður ADHD sum er ógvuliga viðkomandi í hesum tíðum, og tað verður umboð frá ADHD felagnum sum kemur at hava fyrilesturin.
Eisini verður ársætlanin hjá skúlastýrinum løgd fram í stuttum, og ein kaffimuður verður at fáa.
ADHD felagið er byrja eina rundferð kring landið, fyri at varpa ljós á ADHD. Fyrilesturin hjá okkum verður tó ein skerd útgáva av hesum stóra tiltakinum.
Tiltakið verður í kjallaranum í læknamiðstøðini.
Vónandi síggja vit nógv foreldur.
Heilsan Skúlastýrið
Framløgan hjá Bjørg Dam frá fundinum er at síggja her.
Við virðing fyri tí einstaka og umhvørvinum, grundfest í bygdarmentanini, virkar skúlin fyri stimbrandi læru, skapanargleði og rørslu.