Árligi skreiðidagurin var sum vant hildin á Rógvubøi í dag. Næmingarnir hugnaðu sær óført í tí góða vetrarveðrinum. Flestu teirra høvdu tikið sleður og fjalir við. Nøkur høvdu tað so sera stuttligt á einum stórum plastikkstykki, har pláss var fyri eini 8-10 í senn.
Tiltakið endaði við at Ioana og Kirsten komu út á Ullhellu við bollum og kakao.
Myndirnar tók Sarita.