4. flokkur byrjar aftur í skúlanum 4. mai
5. flokkur byrjar aftur í skúlanum 11. mai
9. flokkur byrjar aftur í skúlanum 18. mai
Fylgið við á vikuætlanini fyri flokkin fyri nærri kunning
4. flokkur byrjar aftur í skúlanum 4. mai
5. flokkur byrjar aftur í skúlanum 11. mai
9. flokkur byrjar aftur í skúlanum 18. mai
Fylgið við á vikuætlanini fyri flokkin fyri nærri kunning
Frá 20. apríl verður vanliga tímatalvan niðurløgd. Ístaðin verða vikuætlanir gjørdar fyri hvønn flokk, sum lærarar floksing ráðleggja í felag. Vit miðja móti, at javnvág verður millum venjingaruppgávur og undirvísing. Ein partur av hesi undirvísing verður skipað á Meet. Tit skulu kunna tykkum á vikuætlan floksins, nær undirvíst verður á Meet. Tað er møti- og luttøkuskylda til uppleggini, og skúlin hevur fingið álagt at føra uppmøting hjá næmingunum.
Við Meet fáa næmingar okkara, sum eru heima, eina meira skipaða undirvísing, har teir bæði hava sjónligt samband við lærarar og floksfelagar. Vit vóna, at tað førir við sær, at frástøðan millum skúla og heim gert minni, eins og fakligi førleikin hjá okkara næmingum gert betri.
Næmingar fara á Meet inni í Classroom í teimum einstøku lærugreinunum. Hava tit trupulleikar at koma inn, er ein leiðbeining á Meet vegleiðingarsíðuni.
Skúlin takkar fyri gott samstarv og ynskir tykkum framhaldandi góðan arbeiðshug.
Blíðar heilsanir
Leiðslan
Góðu foreldur og næmingar
Uttanríkis- og Mentamálaráðið hevur kunngjørt, at skúlin stigvíst verður latin upp aftur frá 20. apríl 2020. Næmingarnir fáa longda páskafrí, tí verður eingin undirvísing skipað dagarnar 14.-17 apríl. Hesar dagar brúkar skúlin til at ráðleggja og skipa undirvísingina, til skúlin lutvíst letur upp aftur.
20.apríl verður skúlagondin varliga tikin upp aftur.
4.-10.flokkur fara at hava netundirvísing. Luttøkuskylda er galdandi fyri alla netundirvísingina.
1.-3.flokkur kunnu møta í skúla frá 8.00-12.00 hvønn dag.
Tey, ið ikki ynskja at senda børnini í skúla, boða flokslærararanum frá. Fráboðanin skal verða fyri eina viku í senn. Fráboðast skal í seinasta lagi mikudagin vikuna framman undan, so undirvísingin kann skipast á besta hátt. Teir næmingar, ið ikki møta í skúla, mugu fáa undirvísing heima.
Eisini skulu vit boða frá, at allar próvtøkur hjá 9.-10. flokki eru avlýstar í ár. Harnæst verða landsroyndirnar í 4. og 6. flokki fluttar til í september 2020, men verða fyri somu næmingum, sum skuldu farið til landsroynd í vár. Næmingarnir ganga tá í 5. og 7. flokki.
Blíðar heilsanir
Marin Sigvaldsdóttir Bláberg, skúlastjóri
Við virðing fyri tí einstaka og umhvørvinum, grundfest í bygdarmentanini, virkar skúlin fyri stimbrandi læru, skapanargleði og rørslu.