Í vár var núverandi 5. flokkur við í kappingini "Ársins Vitanarfróðu", har ið tey kannaðu, hvussu næmingar kunnu gera skúlan grønari. Í dag bleiv almannakunngjørt, at tey hava vunnið kappingina. Vinningurin er ein dagstúrur saman við einum granskara umframt kr. 5000 til eitthvørt hugnaligt tiltak.
Sjónvarpið var við, tá ið Annika Sølvará frá Granskingarráðnum kunngjørdi vinnaran. Tit kunnu lesa meir á gransking.fo, og minnist til at hyggja at sendingini "Sakin" í KVF 18. september.