Í góðveðrinum í dag varð árligi renningardagurin hildin. Runnið varð sum vant inn í Heygadal og aftur til skúlan. Teinarnir eru 5 km, 7,5 km og 10 km.
Eftir renningina fingu næmingar súrepli og saft í miðhøllini.
Fyrstur á mál fyri 10 km. var Jónas úr 9.b. Fyrstur á mál fyri 7,5 km. var Suni úr 3.a. Júst teir somu sum í fjør.
Tilsamans runnu næmingar og lærarar 1642 km.