Vestmanna skúli hevur síðan 2003 arbeitt miðvíst móti at gerast ein grønur skúli.
Hetta er gjørt við fleiri ítøkiligum tiltøkum:
- at minka um orkunytsluna til upphiting og ravmagn
- at hava umhvørvisfyrilit i reingerð og val av vaskievnum
- at nýta skiljing av ruski til kompostering, reint pappir og vandamikið rusk
- at nýta lágorkuperur at spara um ravmagnsnýtslu
Alt tiltøk, ið hava beinleiðis samband vid Agenda 21 ætlanina at virka fyri burðardyggari menning.