- Visninger: 1154
Føstulávint 2020
Sum siður er, varð farið upp á gólv føstulávintsmánadag. Dansurin gekk lystiliga í auluni, har nógvar stuttligar grýlur vóru at síggja, m.a. ein jólamaður, fleiri indianarar, brotsmenn av ymsum slag og eitt so sjáldsamt sum ein høvuðleysur maður.
Aftana dansin fingu bæði grýlur og næmingar saft og spandauarar, og tað kom væl við, sigst.
Í morgin týsdag er frídagur, so í kvøld verða helst nógvar grýlur at síggja í bygdini.