Bannari

Flaggdagin tann 25. apríl klokkan 14:30, skipa vit í 10. flokki í Vestmanna skúla, fyri nøkrum tiltøkum í ítróttarhøllini í Vestmanna til frama fyri námsferð.

Skipað verður fyri tombola og eydnuhjóli við nógvum góðum lutum, fyri bæði stór og smá.

Kaffi og kaka verður til keyps.

Vónandi koma tit at stuðla okkum..
Heilsan vit í 10. flokki.

Virðisgrundarlag skúlans

Við virðing fyri tí einstaka og umhvørvinum, grundfest í bygdarmentanini, virkar skúlin fyri stimbrandi læru, skapanargleði og rørslu.