Bannari

Hesi fittu børnini koma at ganga í Vestmanna Skúla komandi ár. Vit gleða okkum at síggja tykkum aftur eftir summarfrítíðina.

Føstulávintsmánadag var farið uppá gólv sum vant í fimleikarhøllini. Flestu næmingar høvdi latið seg í, og har vóru nógvar stuttligar grýlur at síggja.

Eftir dansin fingu næmingar føstulávintsbollar og saft í auluni. Næmingar sungu nakrar sangir, og síðani vóru tríggjar tær "vakrastu" grýlurnar kosnar.

Hóskvøldið 8. feb. var árligi føstulávintshugnin hjá framhaldsdeildini.

Kvøldið byrjaði við pottasláing. Næst á skránni var døgurði og tveir næmingar hildu talu um føstulávintssiðir. Síðani varð farið upp á gólv og endað varð við lekkrum heimagjørdum føstulávintsbollum, ið Ioana hevði gjørt.

Eitt sera væleydnað kvøld fyri næmingar og lærarar.

Virðisgrundarlag skúlans

Við virðing fyri tí einstaka og umhvørvinum, grundfest í bygdarmentanini, virkar skúlin fyri stimbrandi læru, skapanargleði og rørslu.