Inngangur
Tilbúgvingarætlanin er ein skipað ætlan í samband við trupulleikar, tá næmingar ella starvsfólk koma í kreppu ella sorg.
Skúlastjórin hevur høvuðsábyrgdina, at tiltøk verða sett í verk, og er skúlastjórin av onkrari orsøk ikki til staðar, hevur varastjórin ábyrgdina.
Her er tilbúgvingarætlanin bert sett upp í høvuðstættum. Alla tilbúgvingarætlanina fært tú í skúlanum.
Tilbúgvingarætlanin fevnir um:
-
tá næmingur er leingi burtur vegna sjúku ella annað
-
tá næmingur doyr
-
tá starvsfólk er álvarsliga sjúkt
-
tá starvsfólk doyr
-
tá vanlukka hendir á skúlanum ella í skúlatíð
-
tá avvarandi hjá næmingi verða rakt av álvarsamari sjúku, vanlukku ella deyða
-
tá avvarandi hjá starvsfólki verða rakt av álvarsamari sjúku, vanlukku ella deyða
-
tá næmingur missir
-
tá starvsfólk missir
-
tá skipað verður fyri minningarhaldi
Stuðulsbólkurin:
- Stuðulsbólkurin er ætlaður at stuðla, kunna og menna, at lætta um samskifti og at stuðla tí einstaka læraranum.
- Stuðulsbólkurin kann skipa fyri fundum, fyrilestrum og evnisdøgum.
- Stuðulsbólkurin skal kunna nýggjar lærarar um tilbúgvingarætlanina og arbeiði skúlans í hesum sambandi.
- Stuðulsbólkurin fylgir upp og eftirmetir tiltøk.