Sum undanfarnu ár skipar Vestmanna skúli fyri endurskinskapping millum 1.- 7. flokk. Endamálið er at varpa ljós á, at børnini skulu síggjast í ferðsluni.
Kappingin byrjar mánadagin 2. november 2020 og heldur á til jólar. Kappingin er skipað soleiðis, at lærarin, ið hevur flokkin, hvønn morgun kannar, hvør ið hevur endurskin á sær, tá ið møtt verður í skúla. Treytin er, at endurskinið sæst frá øllum síðum.
Tveir vinningar eru pr. flokk:
- vinningur: Lutakast verður millum teirra, ið hava havt endurskin 100% av tíðini.
- vinningur: Lutakast verður millum teirra, ið hava havt endurskin minst 90% av tíðini.