7. flokkur hevur hesa vikuna bæði í skúlanum og heima, bakað smákøkur og gjørt posar til køkurnar.
Týsdagin og hósdagin hava tey gingið runt í bygdini og selt. Inn komu 3590 kr., ið verða settar á konto til innsavningina "Føroyar móti krabba".
7. flokkur takkar fyri stuðulin.