Her er ein mynd av fittu næmingunum í 1. flokki og Ragnari í Haraldsstovu, SSP løgreglumanni, ið var komin at læra ungu næmingarnar um ferðslu.
Ferðslufrálæran snýr seg um grundleggjandi viðurskifti í ferðsluni sum t.d. at vera sjónlig í ferðsluni, at fara trygt tvørtur um vegin, trygdarbelti og skelti og ljóskurvar.
Eftir undirvísingina fingu næmingarnir luttøkuprógv :)