Týsdagin 18. august byrjar skúlagongdin aftur í Vestmanna skúla.
2. - 10. flokkur møtir kl. 9.00
Vegna korona verða tit biðin um at halda tykkum til ávístu inngongd.
Kongsteigar:
2. - 3. flokkur nýtir barndhurðina, sum er á hæddini hjá innskúlingini.
4. - 5. flokkur nýtir inngongdina við brúnna
6. - 7. flokkur nýtir høvuðsinngongdina
Frammibø:
10. - 9.a - 8.b nýta høvuðsinngongdina
9.b - 8.a nýta inngongdina við trappurnar.
Hesa fyrstu vikuna endar skúlagongdin kl. 12.35.
Skúlabyrjan hjá 1. flokki
Góðu foreldur!
Vegna korona fer fyrsti skúladagur hjá tykkara børnum at verða eitt sindur øðrvísi. Tað verða bert tvey foreldur, sum koma í skúla við einstaka barninum. Vit møta í auluni klokkan 12.00, har tit fáa kunning og annað. Síðan fara næmingarnir í stovuna við lærarunum. Vit bjóða kaffi uttandurða, meðan næmingarnir eru í flokkinum.
Blíðar heilsanir
Leiðslan