Prógvhandan fyri 9. og 10. flokkarnar var í ítróttarhøllini í kvøld. Næmingar, foreldur og lærarar vóru boðin til hátíðarløtuna í frástøðu.
Skúlastýrisforkvinnan, skúlastjórin, lærarar og umboð fyri næmingarnar hildu røðu. Eisini sungu næmingar í 9. flokki ein fittan sang, ið tey høvdu skrivað til høvið.
Púra óvæntað komu Uni Debes og Pól Arni Holm á pall og førdu fram 3 sangir. Ein sera góð framførðsla, má sigast.
Næmingar fingu síðani handað prógvini og endaði kvøldið við siðsta felagssanginum, har ið Atli K. Petersen spældi undir.
Aftaná varð farið í viðarlundina at taka myndir í tí sjáldsama góðveðrinum.