Skúlastýrið í Vestmanna skúla hevur sett Fríðgerð Ovadóttir í farloyvisstarvið sum varaskúlastjóri í Vestmanna skúla.
Fríðgerð er 39 ára gomul. Hon gjørdist lærari í 2012, men hevur starvast innan læraraøkið síðan ár 2000. Fríðgerð hevur verið lærari bæði í vanligum fólkaskúlum og á Háskúlanum. Fríðgerð gjørdist 1. lærari í Hósvíkar skúla í 2017, og har hevur hon starvast síðan. Harumframt hevur Fríðgerð tikið eina leiðsluútbúgving innan almenna fyrisiting í 2019.
Fríðgerð byrjar í starvinum mikudagin 22. januar 2020