Vit hava í dag fingið eina forkunnuga gávu frá einum pápa. Talan er um ein lavastein úr gosinum á Reykjanesi í Íslandi, ið pápin hevur tikið við heim, tá ið hann hevur verið og hugt at gosinum.
Vit takka fyri forvitnisligu gávuna og umhugsnið.
Gossteinurin verður goymdur í okkara steingoymslu, har vit hava fleiri áhugaverdar steinar.